The Nordic Male Choir Festival 12th - 14th of May 2016
Konsertferð til Akureyrar og Reykjavíkar 9. til 16. mai 2016
Í døgunum 9. til 16. mai var Tórshavnar Manskór fyrst á Akureyri og síðani til eina Norðurlendska Manskórsstevnu, sum varð hildin í Reykjavík í sambandi við at "Karlakórinn Fóstbræður" hevði hundrað ár á baki.
Stevnan er skipað soleiðis at øll kórini syngja eitt obligatoriskt programm, sum er givið frammanundan, og sum er øvað bæði væl og virðiliga. Sangirnir eru hesir: 1) Ar vas alda. Íslendskt tjóðlag. / Þórarinn Jónsson. 2) Olaf Trygvason. Bjørnstjerne Bjørnson. / F. A. Reissiger. 3) Uti vår hage. Folkvisa från Gotland. / Hugo Alfvén. 4) Jarðareygað. T. N. Djurhuus / Kári Bæk. 5) Á sprengisandi. Grímur Thomsen. / Sigvald Kaldalón. Arr. Einar Ralf. Og nr. 6) Finlandia hymnan. V. A. Koskienniemi. / Jean Sibelius.
Har vóru eisini nakrir sangir, sum vóru frívilligir at læra, og teir vóru hesir: 1) Gryningen vid havet. Sten Selander. / Hugo Alfvén. 2) Sortunut ääni. Kanteletar. / Jean Sibelius. 3) Tíminn líður, trúðu mér. Íslendskt tjóðlag. / Árni Harðarson. 4) Heyr, himna smiður. Kollbeinn Tumason. / Þorkell Sigurbjörnsson. 5) Die Nacht. F. A. Kummacher / Frantz Schubert. Og nr. 6) Lux Aurumque. Edward Esch - Charles Anthny Silvestri. / Eric Whitacre.
Í Reykjavík bleiv sungið í einari rættiliga stórari konserthøll "Elborg", sum er ein av konserthøllunum í Hørpuni. Henda høllin tekur um 1.700 áhoyrarar. Scenan var somuleiðis stór og Tórshavnar Manskóri fylti tí ikki serliga nógv uppi á scenuni. Men tað var eitt upplivilsi, at sleppa at hava konsert har, tí akkustikkurin var sera góður, tó at ventilatiónin larmaði eitt sindur undir báðum konsertunum, sum vit høvdu har í føroyskum búna: fyrst einsammallir síðani saman við hinum 1.000 monnunum )tó ikki í føroyskum búna). Hin konserthøllin, sum vit høvdu konsert í, var "Kaldalón", uppkallað eftir íslendska komponistinum Sigvaldi S. Kaldalón, hon tók um 200 áhoyrarar og hon var kanska betri egnað til okkum, men tað hevði verið ynskiligt at eingin gummimátta lá í konsertsalinum tá vit høvdu konsert. Harpan, við øllum sínum konserthøllum kostaði 1.200.000.000 danskar krónur at byggja, er rættiliga stór, sum tað sæðst á myndini i erva.